Nyd den ubegrænsede adgang til tusindvis af spændende e- og lydbøger - helt gratis
Tá ið skaldsøgan Álvarsama spælið fylti 100 ár í 2012, skrivaði navnframi rithøvundurin Henning Mankell hugleiðing um bókina undir yvirskriftini ”En av de allra yppersta”.
”Hjá mær er eingin ivi um, at hetta er ein av teimum stórfingnastu ástarskaldsøgunum, ið skrivaðar eru á svenskum máli. Vit kunnu eisini siga, at við hesari skaldsøguni kom nýtíðin inn í svenskar bókmentir.
Skaldsøgan snýr seg um Arvid Stjärnblom og viðurskifti hansara við tvær kvinnur, Lýdiu Stille og Dagmar Randel. Skaldsøgan fer fram í eini 15 ár, frá sumrinum 1897 til heystið 1912. Søgan endar nakrar mánaðir eftir tað, at Summarolympiadan í Stokkhólmi er av.
Lýdia og Arvid eru ung, tá ið tey av tilvild møtast á sumri 1897. Meðan Lýdia møtir Arvidi, uttan at tann stóri ástareldurin geisar beinan vegin, kennir Arvid á sær, at okkurt avgerandi er um at henda í lívi sínum. Hjá honum er tó tann stóri spurningurin, um hann ikki er ov ungur og óroyndur til at binda seg?
Tey glíða hvørt frá øðrum. Lýdia giftist við einum eldri manni. Arvid møtir einari aðrari kvinnu, sum hann giftist við. Hjúnalag teirra verður brátt vani og endurtøka. Tann ástarrúsurin, Arvid einaferð upplivdi saman við Lýdiu, er bara ein kám lognbrá.
Árini ganga. Í 1907 renna Lýdia og Arvid seg í hvørt annað aftur av tilvild. Tey sita undir liðini á hvør øðrum í operuni. Og nú kunnu tey brádliga sameinast í tí ástareldi, sum tey ongantíð frammanundan fullførdu. Men trupulleikarnir enda ikki. Brádliga frættir Arvid, at Lýdia fjasast við ein av starvsfeløgum hansara á blaðnum, har hann arbeiðir. Arvid ásannar, at ástarband teirra fer altíð at vera hótt og harvið at enda ógjørligt.
Álvarsama spælið er komin í nýggjum uppløgum á ymsum tungumálum, nýliga kom bókin út av nýggjum á donskum, norskum og týskum, og fyri fimm árum síðan leikstjórnaði Pernille August, tá ið bókin varð gjørd til film.
...
In 2012, on the 100th anniversary of The Serious Game, the renowned Swedish author Henning Mankell wrote a reflective piece about the novel titled "En av de allra yppersta", meaning "one of the very best."
"For me, there is no doubt that this is one of the greatest romance novels to have been written in the Swedish language. We might also say that this novel brought the modern age into Swedish literature."
The novel revolves around Arvid Stjärnblom and his relationship with two women, Lydia Stille and Dagmar Randel. The novel takes place over the course of 15 years, from the summer of 1897 to the autumn of 1912. The story concludes a few months after the Stockholm Summer Olympics
Lydia and Arvid are young when they meet by chance during the summer of 1897. While the encounter hardly causes sparks to fly for Lydia, Arvid feels as if something significant is about to happen in his life. But is he too young and inexperienced to commit to someone?
They drift apart. Lydia marries an older man. Arvid meets another woman, whom he marries. The marriage soon turns into routine and repetition. The rush of passion that Arvid once felt with Lydia is but a faint mirage.
The years pass. In 1907, Lydia and Arvid once again meet by chance when they find themselves sitting next to each other at the opera. Now the two can unite in the fiery passion that they never consummated.
But all is not well. Suddenly, Arvid learns that Lydia is seeing one of his coworkers at the paper. Arvid comes to the realisation that their relationship will always be threatened and will not lead to a happy ending.
The Serious Game has been published in new editions in different languages, most recently in Danish, Norwegian and German. Five years ago the novel was turned into a film directed by Pernille August.
© 2022 Sprotin (Lydbog): 9789997214669
Release date
Lydbog: 22. januar 2022

Dansk
Danmark