Ikke anmeldt
0
Sprog
Færøsk
Kategori
Romaner
Længde
16T 45M

Bøn fyri Tjernobyl

Forfatter: Svetlana Aleksijevitj Oplæser: Rógvi Olavson, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen Lydbog

Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku.

Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 – um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við.

Sjónvarps-stuttrøðin Cherno­byl, sum vann ­tíggju ­Emmy Awards og tvær Golden Globe Awards, er fyri stóran part grund­að á tekstir í hesi bókini.

Vanlukkan tann 26. apríl 1986 er ringasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð er hend, og hon dálkaði tríggjar fjórðingar av Evropa.

Bøn fyri Tjernobyl er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarl­eikunum. Tey, ið ávirkað vórðu av niðurbræðingini, vóru øll frá vanligum borgarum til sløkkiliðsmenninar, sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini. Bókin er sett saman av einrøðum hjá hesum menniskjum, sum skera inn á bein.

Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.

...

Svetlana Alexievich has interviewed hundreds of people following the disaster in the Ukrainian SSR when the nuclear reactor in Chernobyl exploded in 1986 - about the horrors that took place, the deaths caused by radiation, and the fear, anger, and uncertainty that people are still living with.

The mini-series Chernobyl, which won ten Emmy Awards and two Golden Globe Awards, was largely based on texts that are found in this book.

The disaster that took place on April 26, 1986, is the worst nuclear disaster in history, and it contaminated three-quarters of Europe.

"Bøn fyri Tjernobyl" is the first book to give personal accounts of the tragedy that took place. The fallout of the disaster affected everyone from regular citizens to the firefighters, who were sent straight into nuclear hell to deal with the radiation.

We hear their stories in this impactful book. The book consists of monologues by these people, which cut right to the bone.

The book won the Nobel Prize for literature in 2015.

© 2022 Sprotin (Lydbog) ISBN: 9789997214737

Andre kan også lide...